Útsetið fólkaatkvøðu til eftir valið

Hóast teir tríggir landsstýrisflokkarnir í farnu viku komu ásamt um eina sokallaða orðing til eitt slag av nýggjum samgonguskjali, so eru longu ábendingar um, at umrødda seming bert er ein neyðsemja, um tað í heila tikið er nøkur semja yvirhøvur.

 

Formaður Tjóðveldisfloksins fer longu dagin eftir umrøddu semju út við einum skrivi, sum umboðini fyri hinar samgonguflokkarnar vísa frá sær. Tjóðveldisflokkurin, sum hevur fingið púra greið boð frá løgmanni, um framtíðar gongdina, roynir sjálvandi at geva út nøkur signal til veljararnar, sum skulu vísa, at hann hevur ikki slept øllum fullveldismálinum uppá fjall. Tí roynir formaður floksins við brævi sínum, ið hann kallar "Ein endalig fullveldisætlan" at vísa aftur, at talan er um stig fyri stig politik men at tað snýr seg harafturímóti um eina endaliga avrigging, har vit hava fullveldi frá 2006.


Løgmaður er skjótur at gera vart við seg og vísir hesum aftur. Tað verður ikki talan um at áseta eitt ávíst áramál nú. Hetta er nakað, sum landsstýrið skal finna fram til og í blaðnum í dag ger formaðurin í Fólkaflokkinum vart við, at talan eins væl kann vera um fimtan ár sum tey seks árini, ið Tjóðveldisflokkurin nú roynir at stinga út í kortið.


Hvussu flokkarnir í landsstýrinum enn keglast, so er tó greitt, at tað er neyvan rætt at skipa fyri eini fólkaatkvøðu, sum skal seta eina nýggja kós út í kortið fyri øll framtíðar landsstýri og føroyingar, bert eitt ár undan einum løgtingsvali. Tá líkist tað meira eini valpolitiskari skrá. Slíkt er púra óhoyrt og vildi ikki komið fyri nakra aðrastaðni.


Partapolitikkur er hetta so avgjørt, so kann formaðurin Tjóðveldisfloksins látast sum at talan er um nakað annað. Ein fólkaatkvøða skal líkasum hjálpa landsstýrinum burtur úr teimum trupulleikum tað er komið í. Hon skal leggja roykslør yvir egna ómegd. Eftir okkara tykki er ein slík fólkaatkvøða eitt alt ov alvorligt og týðandi mál til bara at verða misbrúkt til flokspolitiska valpropagandu undan einum løgtingsvali. Fyri Tjóðveldisflokkin hevur tað alt at siga at kunna verða sitandi í Tinganesi alt skeiðið út, og tí vil hann góðtaka nærum alt, sum Fólkaflokkurin krevur. Løgmaður, sum mong hava hildið, hevur verið í so eftirgevandi fyri Tjóðveldisflokkinum, hevur brádliga hálsað um og hevur gjørt Tjóðveldinum púra greitt, at tekur hann ikki undir við eini breiðari semju, sum er meira í tráð við tað, sum andstøðan eisini hevur ført fram, so hevur hann einki at gera í Tinganesi. Tá kundi verið spurt, um ikki løgmaður átti at sæð skriftina á vegginum og skift út Tjóðveldisflokkin við andstøðuflokk/ar! Tað fer helst at verða neyðugt, um Tjóðveldið fer at seta ov stór krøv til áramál.

Sosialurin