LANDLEIÐIN
Loyvini at trola innan fyri 12 fjórðingar í summar – trolingin á landleiðini tey rópa – eru útskrivað fyrr í hesi vikuni.
Síðani fyrst í sjeytiárunum hevur verið loyvt trolbátum undir ávísa stødd at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið. Veiðan er fyri tað mesta flatfiskur og havtaska, umframt toskur og hýsa.
- Fiskiskapurin hjá trolbátunum innan fyri 12 fjórðingar hevur vanliga roynst væl. Í fleiri ár var ein trupulleiki, at bátarnir fingu ov nógv av rundum fiski, serliga toski. Seinastu árini hevur tí verið álagt bátunum at brúka eitt serligt flatfiskatrol við innsettari skiljirist og víðum posa sum ger, at ein stórur partur av runda fiskinum verður sílaður frá, sigur Fiskimálaráðið.
Politikkurin hjá landsstýrinum var í fleiri ár at minka um talið av loyvum í trolingini innan fyri 12 fjórðingar.
- Tølini vísa, at eitt nú í 1990 útskrivaði landsstýrið 21 bátum loyvi. Miðskeiðis í nítiárunum gjørdi landsstýrið av at avmarka talið av loyvum til 15. Gongdin seinastu 2-3 árini hevur verið, at fleiri trolbátar eru tiknir úr vinnu, og fiskirættindi eru løgd saman við øðrum trolbátum, sigur Fiskimálaráðið, sum í vikuni hevur útskrivað loyvi til átta bátar at trola á landleiðini í summar.