Ættarbandið fer nú til verka

Tíðindaskriv

Almennur fundur verður í Fuglafirði leygardagin, har tosað verður um ættarbond millum Fuglafjørð og Oyndarfjørð



Nú veturin nærkast við sínum aktivitetum, fer eisini ættargranskingarfelagið Ættarbandið at byrja sítt virksemi.
Farandi árið var soleiðis, at aðalfundur var í Havn hin 9. mars, har møtt vóru eini 35 fólk. Har vóru ymisk mál umrødd og eisini var nevndarval, har Katrin Mørkøre, Elin Midjord og Maria Jacobsen vórðu afturvaldar, hinir limirnir eru Jóna Lindenskov og Andras Joensen.
Hin 16. mars vóru vit til hugnakvøld á Johns Restaurant í Saltangará, har Petur Martin Petersen í Fuglafirði og Jógvan I. Olsen av Toftum greiddu frá. Eitt stak hugnaligt kvøld.
Ein almennur fundur var norðuri í EB-húsinum á Eiði hin 11. mai, har Petur Martin Rasmussen greiddi frá um fólkatelkjing og kirkjubøkur og annars fólk við tilknýti til Skála.
Ein nevndarfundur var 31. mai.
Nú fara vit so aftur at hava ein almennan fund saman við Eldrafelagnum í Fuglafirði. Hesin fundur verður í Lonini í Fuglafirði leygardagin 28. sept. kl. 16.00. Tað verður Freydis Poulsen, sum fer at tosa um ættarbond millum Fuglafjørð og Oyndarfjørð.
Øll eru hjartaliga vælkomin.