Landsdystur
Tað hevur verið roknað við tí, og tað er ikki so undarligt. Allan Simonsen hevði ábyrgdina av landsliðnum í átta ár, og hann hevði sínar álitismenn. Millum teirra vóru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen.
Eingin av hesum er í landsliðshópinum, sum í hesum døgum er á Kypros. Jens Kristian Hansen, Hans Fróði Hansen og Øssur Hansen góvu avboð, tí teir vóru upptiknir av arbeiði. Fróði Benjaminsen og Allan Mørkøre vóru upptiknir av skúla, meðan Óli Johannesen, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson eru so mikið upptikinir í útlendsku feløgunum, at teir ikki hava stundir at vera saman við landsliðsfeløgunum.
Eingin orsøk er at rokna við, at teir, sum vinna pengar við at spæla fótbólt uttanlands, ikki fara at spæla á landsliðnum, tá undankappingar dystirnir fara at tørna fyri. Spurningurin er meiri, hvussu tað verður við teimum, ið ikki hava stundir at fara úr arbeiði og á venjingarlegu. Tað er altíð ein spurningur um raðfesting, og tað er nátúrligt, at raðfestingin broytist, sum árini fara, og ábyrgdin í familjulívinum og arbeiðnum gerst størri.
Himprast ikki
Hóast tað kanska ikki verður so leingi, inntil onkrir fara at gevast, so vísir tað seg, at nýggir spælarar standa klárir at taka við. Og teir eru ivaleyst betri fyrireikaðir, enn veteranarnir, sum sendu avboð til venjingarleguna, vóru, tá teir komu á landsliðið. Ungu menninir hava spælt nógv á yngru landsliðunum. Her verður hugsað um Klæmint Matras, Jón Róa Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Rógva Jacobsen, Jákup á Borg, Christian Høgna Jacobsen, Meinhard Joensen og Andrew av Fløtum. Undantakið er evnaríki Palli Augustinussen úr VB, sum ongantíð hevur verið á yngru landsliðunum. Øllum hinum, sum her eru nevndir, hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá:
? Hetta eru alt spælarar, sum á yngru landsliðunum hava lært at halda høvdið kalt og at spæla og ikki sparka, tá teir í altjóða dystum eru undir trýsti. Undan dystinum ímóti Póllandi ivaðust vit í, um vit skuldu nýta Bartal Eliasen ella Jón Róa Jacobsen í miðverjuni. Vit valdu Bartal, tí vit vildu gardera okkum í høvuðspælinum. Í 2. hálvleiki skiftu vit út, tí Bartal hevði fingið ein lítlan snudd. Jón Rói Jacobsen kom í miðverjuna. Tað var eingin fjáltur á honum. Hann hevur á U?19 landsliðnum spælt ímóti eitt nú Italia, og tað ber góða barlast við sær, heldur Jógvan Martin Olsen, sum eisini vísir á, at umframt allir teir ungu menninar, ið eru á Kypros, so skal eisini roknast við Súna Olsen.
? Tað er hugaligt at staðfesta, at tað verður nógv troðkan fyri at sleppa upp í part, tá farið verður undir EM undankappingina.