Átti at slept akkerinum

Bourbon Dolphin hevði útgerð, sum skuldi gjørt, at skipið slepti akkerinum hjá boripallinum, áðrenn tað holvdist.

Bourbon Dolphin var í ferð við at flyta eitt av teimum tungu akkerunum hjá boripallinum Transocean Rather, tá skipið holvdist. Men tað skuldi ikki hent.

Skip av hesum slagnum hava eina serliga skipan, sum á fakmálinum verður rópt "quick-release". Skipanin fer tó ikki í gongd, fyrr enn onkur á brúnni setir hana til, men tá tað er gjørt, lorar akkersspælið veirin út beinanvegin.

Sambært tí, sum higartil er komið fram, er tað ikki heilt greitt, hvussu langt Bounbon Dolphin var komið við arbeiðinum at flyta akkerið. Tað er heldur ikki greitt, um skipið brúkti veir ella ketu, men trygdarskipanin skuldi undir øllum umstøðum slept akkerinum, skrivar Bergens Tidende. Tað hendi ikki, tí teir, sum komu livandi frá vanlukkuni, hava greitt frá, at akkerið hekk framvegis í skipinum, tá tað holvdist.

Tore Høifødt hjá Det Norske Veritas segði longu beint eftir vanlukkuna, at "quick-release" átti at forða fyri, at Bourbon Dolphin holvdist. Hann hevur eisini upplýst, at skipanin verður kannað javnan umborð á teimum skipunum, sum hava hana.