Tú kanst eta á matstovu - ella keypa tosk heim við

Umframt at borðreitt verður við toski av Føroyabanka aftur í vár, er ætlanin eisini at selja tosk á marknaðarplássinum í Vágsbotni, so øll, ið hava áhuga, kunnu sleppa at smakka henda ediliga fisk av Bankanum.

Føroyabankakvøldini verða í Áarstovu. Hetta er toskur av Føroyabanka. Í skuffuni er sandur av Bankanum.

Um ein slakan mánað ella so fer havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, aftur út á Føroyabanka, hesaferð at gera vár yvirlitstrolingar. Túrurin er partur av regluligu kanningunum hjá Havstovuni, sum verða gjørdar á hvørjum vári og hvørjum heysti.

 

Tað er altíð spenningur um royndirnar á Bankanum. Seinnu árini hevur nógv hýsa og eisini onnur fiskasløg verið at fingið á Føroyabanka, men toskurin er ikki komin aftur í sama mun, sum tey góðu árini fyrst í hesi øldini. Tó hevur nakað verið at fingið.

 

Ein túrur hjá Jákupi Sverra á Bankanum varar tað mesta av einari viku, og tá skipið kemur aftur av túri, verður enn einaferð skipað fyri Føroyabankakvøldum, hesaferð í Áarstovu. Kvøldini í vár verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið, 24. og 25. mars.

 

Føroyabankakvøldini eru sera væl umtókt og fólk, sum kundu hugsað sær at verið við hesaferð, kunnu longu nú bíleggja borð. Best er at vera í góðari tíð, tá tað kann verða so skjótt, at alt verður fullteknað. Enn er tó tíð at bíleggja.

 

Men, hesaferð er ætlanin, at toskur av Føroyabanka eisini skal kunna keypast í Vágsbotni, soleiðis at enn fleiri fáa høvi at smakka henda ediliga fisk - og fólksins ogn. Tiltakið í Vágsbotni hevur tó einki við matstovurnar at gera.

 

Johan Mortensen, sum saman við øðrum var íbirtari til væl umtóktu Føroyabankakvøldini, er eisini ein av stigtakarunum til, at toskur av Føroyabanka eisini skal kunna keypast í Vágsbotni, tá Jákup Sverri kemur aftur av túri.

 

Teir, sum plaga at skera fiskin til matstovuvirksemi, hava flestu árini verið leirvíkingarnir, Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg, og tað verða helst eisini teir, sum saman Johan Mortensen fara at standa fyri søluni í Vágsbotni.

 

Johan Mortensen sigur, at sama dag, sum Jákup Sverri kemur inn, plaga Ingvar og Ólavur at skera fiskin, sum matstovurnar keypa, og hann roknar við, at sølan í Vágsbotni helst verður dagin eftir.

 

- Vit hugsa okkum, at fólk skulu kunna koma í Vágsbotn henda dagin at keypa sær eitt flak - ella eitt stykki - av góðum toski av Bankanum, sum teir báðir so skera til tey, sum keypa, sigur Johan Mortensen, íbirtari.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Føroyabankakvøldini verða í Áarstovu. Hetta er toskur av Føroyabanka. Í skuffuni er sandur av Bankanum.

Johan Mortensen hevur slóðað fyri nógvum tiltøkum og átøkum - eisini innan matmentan.