Tungur blokkvognur rullaði á bilar

- Bilarnir hava fingið nakað av skaða, men tíbetur stóðst eingin mansskaði av hendingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

 

Umleið klokkan 09.40 í morgun fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein stórur blokkvognur hjá einum flutningsfelag var farin á rull á parkeringsplássinum hjá Boðanesheiminum Yviri við Strond í Havn.

Vaktleiðarin sigur, at enn er ikki endaliga greiða fingin á, hvussu hetta er hent, men stóri blokkvognurin, sum var í arbeiðsørindum inni á parkeringsplássinum, fór á rull og gjørdi skaða á einar tveir bilar sum stóðu parkeraðir.

- Bilarnir hava fingið nakað av skaða, men tíbetur stóðst eingin mansskaði av hendingini. Vognurin hevur ikki havt nógva ferð, men hann er tungur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, har tey fara at kanna málið nærri.

##med2##