Tað er ikki altíð, at avgerðir løgtingsins eru líka væl umhugsaðar. Onkuntíð, serliga tá tingsetan líður ímóti endanum og fjáltur kemur á tingmenn, kunnu hesir finna uppá at skunda mál ígjøgnum uttan at avleiðingar tess eru lýstar til fulnar.
Málið um tunnilin undir Leirvíks bygd, sum í apríl í ár varð skundað ígjøgnum sum broyting av løgtingslógini um fast samband um Leirvíksfjørð, var eitt av hesum málum.
Ein samd vinnunevnd tók undir við uppskotinum og nevndi í viðmerkingum sínum fyrimunirnar við einum tunli fram um einum vegi til at knýta norðoyatunnilin til vegakervið eysturoyarmegin.
- Ein annar fyrimunur við hesi staðfestingini, av at atknýtta vegagerðin við Leirvík skal fevna um ein tunnil, er, at Leirvíkar bygdarráð fær hildið fram við ætlaðu útstykkingini hjá kommununi, ið hevur verið steðgað á øllum økjum, har møguligar vegaføringar kundu koma upp á tal, segði samda vinnunevndin í sínum viðmerkingum til uppskotið.
Skeivt gitt
Men at tunnilin gevur hendan fyrimunin var reint git frá vinnunevndarinnar síðu. Og gitingin var sum so ikki røtt. Tí tað hevur síðan víst seg, at ein tunnil undir Leirvík ikki bert at forðar fyri útstykking her og nú, men eisini í allar ævir forðar fyri útstykking, vegagerð og øðrum, ið krevur spreingiarbeiði, á sjálvum økinum beint yvir tunlinum.
- Tað er greitt at tað ber ikki til at fara at spreingja í grótinum beint uppi yvir einum lidnum tunli, tí tá er vandi fyri, at tunnilin tekur skaða. Og tað ber heldur ikki so væl til at spreingja ein tunnil undir bygdum øki, tí so taka bygningarnir skaða, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Hann metir tískil, at í einum geira, í øllum førum einar trýss metrar breiðum, beint uppi yvir tunlinum, má einki størri sprengiarbeiði gerast, eftir at tunnilin er liðugur, og einki byggiarbeiði gerast áðrenn tunnilin verður sprongdur ígjøgnum.
- Men tað letur seg væl gera at spreingja tunnilin og gera spreingiarbeiði omaná um somu tíð. Tað krevur bara at alt verður lagt væl og virðiliga til rættis, áðrenn arbeiðið byrjar, sigur landsverkfrøðingurin, sum tískil ikki sær nakran óloysiligan trupulleika í hesi støðuni, tó at tunnilsarbeiðið uttan iva verður nakað dýrari av tí sama.
Vistu tað ikki
Oyvindur Brimnes trýr ikki, at løgtingsmenn hugsaðu um hesa avleiðingina av tunlinum, tá teir nærum einmælt tóku undir við uppskotinum, sum setti hendan tunnilin inn í lógarfestu ætlanina at gera tunnil undir Leirvíksfjørð, tí tá hevði Landsverkfrøðingurin enn ikki kannað møguligu avleiðingarnar.
Ein millión varð annars sett av fyri fíggjarárið 2002 at gera forkanningar av vegasambandinum til undirsjóvartunnilin leirvíksmegin, men peningurin varð ongantíð brúktur, tí politisk støða varð ikki tikin til hvør møgulig loysn skuldi kannast, áðrenn árið var runnið.
Umringar bygdina
Stutt eftir tað, í apríl 2003, tóku politisku myndugleikarnir so eina greiða støðu, ikki til hvør loysn skuldi kannast, men hvør skuldi fremjast. Leirvíkar kommuna setti hart ímóti hørðum og noktaði fyri at ferðslan til og frá Norðoyatunlinum á nakran hátt skuldi ganga ígjøgnum bygdina. Ístaðin kravdu leirvíkingar at ferðslan fór undir bygdina. Løgtingið fylgdi hesum kravi.
Men tað er ikki sum at siga tað at gera ein tunnil beint undir sjálva Leirvíks bygd. Bygdin liggur so lágt, at talan hevði verið um ein undirsjóvartunnil við nógvum halli. Landsverkfrøðingurin sigur, at hendan loysnin er so at siga ógjørlig at fremja.
Tí hevur landsverkfrøðingurin í samráð við Leirvíkar kommunu lagt linjuføringina runt um bygdina. Tað hevur so við sær, at bygdin verður partvís umringað av einum geira, har framtíðar byggivirksemi verður ógvuliga avmarkað.
Harumframt hevur tað noytt Leirvíkar kommunu at broyta sínar upprunaligu ætlanir um útstykking her og nú. Peningur verður ikki játtaður til tunnilsgerð undir bygdina fyrr enn í fyrsta lagi 2005, og tað útsetir alla bygging í økinum omaná ætlaða tunlinum til í fyrsta lagi 2006.
So fyrimunurin, ið vinnunevndin nevndi um at Leirvíkar bygdarráð fekk hildið fram við ætlaðu útstykkingini hjá kommununi, um bert avgjørt var at gera ein tunnil undir bygdina, var bert git.
Leirvíkingar spyrjast
Í Leirvík hevur hesin nýfunni vansin við tunlinum tó ikki broytt støðuna hjá borgarstjóranum.
- Eg meti framvegis at vansarnir við ætlaða vegnum høvdu verið størri enn vansarnir við tunlinum, sigur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvíkar kommunu.
Viðvíkjandi ætlaðu útstykkingini, so hava kommunan og Landsverkfrøðingurin nú funnið eina loysn saman.
- Landsverkfrøðingurin hevur víst okkum á eitt øki, sum undir ongum umstøðum verður ávirkað av tunnilsarbeiðinum, og har fara vit undir at útstykkja í næstum, sigur borgarstjórin. Í økinum, sum liggur innan fyri tunnilsringin, eru pláss til eini 20 sethús, metir hann.
Tað vóru borgararnir í Leirvíkar kommunu sjálvir, sum á borgarafundi søgdu seg vera ímóti at, vegurin til Norðoyatunnilin skuldi ganga ígjøgnum bygdina.
Nú støðan er broytt, sigur borgarstjórin, at kommunan fer at skipa fyri nýggjum borgarafundi um málið, soleiðis at leirvíkingar av nýggjum kunnu siga sína hugsan um hvussu ferðslan til og frá Norðoyatunlinum best kann koma framvið, ella undir, Leirvík.