Jenis av Rana, Formaður Miðfloksins
---
Gott at sandoyartunnilin er komin á dagskránna aftur!
Undir sokallaðu CHE samgonguni varð grundleggjandi forarbeiðið gjørt, og lunnar vórðu lagdir undir at fáa gongd á hesa útbygging, sum er bráneyðug fyri at tryggja oynni framhaldandi livimøguleikar. At núverandi samgonga tekur málið framaftur, tænir henni til rós og gevur vónir um eitt breitt samstarv í Løgtinginum um málið. Vit eiga at arbeiða skjótt og miðvíst fyri at finna fram til, hvussu, hvar og nær og fáa til vega tryggar fíggingarmøguleikar.
Ein heildarætlan eigur at verða gjørt fyri alt suðurøki.
Miðflokkurin metir, og fer at virka fyri, at tað arbeiði, sum nú verður farið undir, verður ein heildarætlan fyri alt suðurøkið. Tað merkir, at samstundis sum arbeitt verður við undirsjóvartunlinum til Sandoynna, eiga vit at leggja ætlanir fyri eina nýggja farleið til Suðuroynna, sum heilt náttúrligt má verða framhald av Sandoyartunlinum. Framtíðarætlanin eigur at fevna um nýggja ferjulegu í Hvalba, nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág og hóskandi ferjusamband millum Hvalba og Sand.
Vøkstur heldur enn sparing
Undir valstríðnum varð breið semja um, at høvuðsleiðin úr kreppuni er ikki sparing, men økt framleiðsla. Júst hetta hava vit longu sæð, m.a. í Suðri, har nýtt virksemi blómar á Tvøroyri, kraftdeplilin í Hvalba er ein varandi fyrimynd, og nýhugsanir hjá nýggja býráðnum í Vági eru bæði djarvar og spennandi. Ein landsíløga í betri samferðslu til suðurøkið vil virka við til at bjarga oyggjunum báðum og flyta tær longur fram á leið.