Tunnilsnevnd til verka

- Vit hava gjøgnumgingið allar allar møguleikar fyri Suðurleiðina.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, eftir fyrsta fundin í politiska bólkinum, sum skal útgreina, hvussu ein Sandoyartunnil kann fíggjast og gerast.

Sambært landsstýrismanninum verður næsta uppgávan hjá bólkinum at vitja í Sandoynni og síðani Suðuroynni fyri at kanna infrakervið har.

Í játtanarkarmunum eru 390 milliónir settir av til Sandoyartunnilin fram til 2024, men tað er ikki meiri enn helvtin av tí, sum verkætlanin kostar.

Politisk undirtøka er ikki fyri at brúka inntøkur frá Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum til at fíggja Sandoyartunnilin.

Kári P. Højgaard hevur tó einki greitt boð uppá, hvar restin av pengunum skal finnast.

- Tað er ov tíðliga at siga. Tað má so vera við lántøku ella á annan hátt, sigur Kári P. Højgaard.

Sambært landsstýrismanninum hava flokkarnir ikki bundið seg til at fylgja tí tilmæli, sum kemur frá tunnilsbólkinum, ið annars er mannaður við politikarum úr øllum flokkum.

Í tunnilsbólkinum eru allir tríggir løgtingslimirnir úr Sandoynni. Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi. Hini í nevndini eru Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, Kristianna Winther Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Janus Rein, sum er uttanflokkatingmaður.

Eftir ætlan skal bólkurin koma við eini niðurstøðu síðst í árinum.

Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard her: