Tvær semjur sama samdøgur

TÍÐINDASKRIV

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur gjørt semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Tekniska Lærarafelag. Hitt serstaka er, at semjurnar fullu innan sama samdøgur
Samstundis, sum samráðingar eru millum Lønar-deildina hjá Fíggjarmála-ráðnum og Maskinmeistarafelag, er greitt, at semja er gjørt við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Semjurnar við hesi bæði feløg vórðu gjørdar innan fyri sama samdøgur, ávikavíst tann 25. og 26. mars, og tað er rættiliga serstakt. Báðar semjurnar halda seg til lønarkarmin, sum er umleið 9 prosent í tvey ár.
Hjá sjúkrarøktarfrøðing-unum hækkar grundlønin afturvirkandi 2,47 prosent tann 1. oktober 2003 og 3,90 prosent tann 1. oktober 2004. Hjá lærarunum á teknisku skúlunum hækkar lønin 4 prosent somuleiðis 1. oktober í 2003 og 2004.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava avtalað, at tvey prosent av lønarupphæddini kunu brúkast til serligar frídagar. Tað merkir, at starvsfólk kunnu velja millum eina fríviku afturat ella at fáa lønina útgoldna.
Tekniskt Lærarafelag hevur avtalað samsýning fyri at vegleiða og próvhoyra sjálvlesandi.
Í báðum semjum er avtala um at fara undir skipaða førleikamenning.
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið sita framvegis og samráðast um nýggjan sáttmála. Samráðingarnar fara fram undir leiðslu av semingsmonn-unum Jógvan Amonsson og Alfred Petersen. Semingsmenninir hava útsett eitt møguligt verkfall til á midnátt í gjár, leygardagin 27. mars. Sáttmálin millum partarnar fór úr gildi 1. oktober 2003.