Tvørabáturin í Keypmannahavn 20 ár

Føroyskir útisetar rógva í føroyskum báti í danska høvuðsstaðnum

Fyri 20 árum síðani slógu 20 føroyskir mans í Keypmannahavn høvdini saman og keyptu eitt føroyskt 10-mannafar. Keypið fall á Tvørabátin, og felag varð stovnað hin 7. apríl 1999.

Nógv er hent síðan tá, og í dag eru umleið 70 limir í felagnum. 20 ára føðingardagur verður sunnudagin 7. apríl.

##med2##

Í dag liggur Tvørabáturin í Norðhavnini í Keypmannahavn, og har eiga tey neyst í tveimum hæddum. Í neystunum eru seks kajakkir, trý seksmannafør, eitt tíggjumannafar, maskinbáturin Tusk, og tey hava egnan drátt við sjógvin.

##med3##

- Føroyskir útisetar hava høvi at rógva í nýggjum føroyskum seksmannafari í danska høvuðsstaðnum. At røra seg er besti heilivágur. Øll eru vælkomin at venja; antin seriøst ella til stuttleika, sigur Edmund S. Jacobsen frá Tvørabátinum.

##med4##

Føroyskur kappróður niðri er bólkaður í dreingir, gentur, menn, kvinnur, veteranmenn og veterankvinnur. Fimm árligar stevnur eru, og tær fyrstu tvær eru Nordhavns Regatta 18. mai og Odense Regatta 25. mai. Hinar stevnurnar eru í Ishøj, í Hvidovre og í Sorø.

 

 

 



 



Áhugað kunnu venda sær til Edmund á mobil +45 5216 6659