Á Tvøroyri hava tey klárað tað ógjørliga

STØRST Í VERÐINI Upp á bara eitt hálvt ár hava tey á Tvøroyri klárað at bygt størsta uppsjóvarvirkið í verðini og í dag verða maskinurnar startaðar

Tað vóru mong, sum ristu við høvdinum, tá ið tey beint eftir jól søgdu, at longu í juli mánað í ár skuldi størsta og mest nútímans uppskjóvarvirkið standa liðugt á bryggjuni á Tvøroyri.
Tey søgdu, at tað var ógjørligt, tí tað tekur minst hálvtannað ár at byggja eitt virkið, sum hetta.
Tað var Varðin Pelagic, sum gjørdi av at byggja eitt stórt uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.
Men nú ristir ongin við høvdinum longur, tí tað eydnaðist og í dag vórðu maskinurnar startaðar.
Seinni í vikuni er ætlanin at fáa nakrar bingjur av fiski á virkið at royna tær av álvara og um vikuskiftið, ella fyrst í næstu viku liggur fyrsta skipið við bryggju á Tvøroyri og landar fyrstu heilu lastina til virkið.
Í gjár var almenn móttøka á virkinum, har ein rúgva av fólki, sum hevði leitað sær oman á bryggjuna at síggja virkið.
Tey vórðu víst runt í smáum bólkum og fingu eina frágreiðing um virkið og um arbeiðsgongdir.

Fremst í heiminum
Virkið er rokað við teknikki og rustfríum stáli og følarum, sum máta hita og kulda og stødd og vekt allastaðni, so hvørt, fiskurin fer ígjøgnum framleiðsluna.
Virkið er gjørt til at virka 600 tons um samdøgurið, men tað er fyrireikað til at klára 1000 tons, tað skulu bara nakrir frystarar setast upp afturat.
Hetta ger nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri til størsta og mest framkomna uppsjóvarvirkið í allari verðini.
Annanhvønn minutt verur ein plattur av lidnari vøru lagdur á frystigoymsluna. Hvønn einasta dag framleiða tey upp í 25-40 heilar bingjur av lidnari vøru og hvørja viku verður eitt fult farmaskip avskipað.
- Hetta virkið er áleið tvær ferðir so stórt sum tað størsta uppsjóvarvirkið í Íslandi, sigur Arni Carlsen, projektleiðari.
- Alt virkið er innrættað við teirri fortreyt, at tann lidna framleiðslan skal vera fyrstafloks, sigur hann.
Tað er ein tilgongd, sum byrjar longu á fiskileiðini, har skipini partrola eftir uppsjóvarfiski. Ein trolari togar og ein siglur aftan á og pumpar tann livandi fiskin í kølitangar so hvørt og har verður hann køldur niður í eitt kuldastig upp á ein hálvan tíma.
Á virkinum verður fiskurin eisini køldur alla tíðina fyri at hann skal vera fyrstafloks.
Tað merkir eisini, at øll framleiðslan er fult automatiskt og frá tí, at hann verður fiskaður, til hann er komin á frystigoymsluna at liggja, hevur mannahond ikki nert við hann, uttan so, at støddirnar eru ójavnar ella tað er so nógv uppíblanding av ymsum fiskasløgum, at sorteringsmaskinurnar klára tað ikki einsamallar.
Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at á virkinum eru flakamaskinur, sum klára at skera 300 makrelar um minuttin.
Á virkinum á Tvøroyri verða eini 75 arbeiðsfólk, har meginparturin verður elektrikarar, maskinmenn og annað tekniskt starvsfólk.

Sera væl fyri
Bogi Jacobsen, stjóri á virkinum, heldur, at eitt slíkt virkið liggur serstakliga væl fyri á Tvøroyri.
- Tað er stytsta leið at sigla av fiskileiðunum og tí kundi tað ikki ligið betri fyri.
Ætlanin er at hava arbeiði á virkinum alt árið og umframt at fáa fisk frá skipunum hjá Varðanum, er meiningin eisini at keypa fisk frá bæði norskum og íslendskum skipum.
- Vit liggja sera væl fyri at keypa fisk frá bæði norskum og íslendskum skipum, tí avreiða tey til okkara, spara tey eina rúgvu av siglingstíð, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
ætta um startin á Tvøroyri.

180
milliónir

Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri kostar 180 milliónir at byggja.
Tað vænta tey fer at merkjast í Suðuroy.
Eitt er, at tað verða eini 75 arbeiðspláss á virkinum.
- Vit vænta eisini, at hetta fer at elva til nógv avleitt virksemi í Suðuroy. Skip, sum koma at landa, ella eftir lidnari vøru, skulu bunkra, hava proviant og hava brúk fyri smiðjum og mekanikarum.
- Men hugsa bara um, hvussu nógvur pakningur og, hvussu nógvir plattar skulu til eina framleiðslu upp á upp ímóti 1000 tonsum um dagin.
Tey hava eisini hugsað um, at onnur fiskaframleiðsla kann verða avleitt av hesum virkinum
Tí hevur virkið eina skipan, har fiskur, sum akkurát er vigaður inn á virkið, kann vigast beint útaftur, áðrenn hann er komin í framleiðslu.
- Eru tað onnur virki, ið hava hug at keypa rundan fisk frá okkum, ber tað væl til.
Tey halda ikki, at tað er óhugsandi, at smærri virki verða stovnað rundan um uppsjóvarvirkið, kanska virki sum niðursjóðar, ella marinerar fisk í blikk ella gløs.