Eiler Rasmussen gav honum seinna gula kortið, bæði rópti Alex Jose dos Santos og sló út við armunum. Harumframt skumpaði hann undir Eiler Rasmussen við bringuni, og var ófantaligur móti liðleiðara sínum, tá hesin royndi at toga hann av vøllinum. Eiler Rasmussen sigur við Sosialin, at hann hevur skrivað eina frágreiðing um atburðin hjá Alex Jose dos Santos, sum er latin Fótbóltssambandinum til viðgerar.