Tvístøða um loysing í Sambandsflokkinum

Edmund Joensen vil hava greitt at vita frá sínum egna formanni, Kaj Leo Johannesen, hvat hann heldur um loysinginia, sum nú »verður lirkað inn gjøgnum bakdyrnar«. Edmund Joensen veit ikki, hvørja støðu Kaj Leo Johannesen hevur til stjórnarskipanarlógina, sum - sambært honum - hevur til endamáls at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur Edmund Joensen í einum lesarabrævi. Edmund Joensen staðfestir, at endamálið við stjórnarskipnarlógini er »at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum«.

Men Edmund Joensen, sum er fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum veit ikki, hvat hansara egni formaður heldur um hetta. Hann vísir til eitt tíðindaskriv frá løgmanni 14. apríl har, har løgmaður sigur, at »ein komandi føroysk stjórnarskipan má virða ta støðu, sum Føroyar hava í ríkisfelagsskapinum« - og at løgmaður ætlar at spyrja Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, hvat hann heldur um hetta.

- Øll sunn fornuft ? og ein røð av løgfrøðingum ? sigur, at uppskotið til stjórnarskipan er ikki sameiniligt við støðu Føroya í Ríkisfelagsskapinum. Hvat ætlar løgmaður at gera við tað? Hetta skyldar hann at greiða føroyingum frá, sigur Edmund Joensen.