Bæði føroyingaliðini í Champions League spæla dystir í kvøld.
Klokkan 17.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG dyst á útivølli í bólki B móti kroatiska liðnum, RK Zagreb.
Undan dystinum hevur Zagreb einki stig, meðan GOG bert hevur tvey stig fyri fýra dystir.
Klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst Í Max Schmelling høllini í Berlin í bólki A móti norska liðnum, Kolstad.
Berlinarnir hava fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir. Kolstad hevur bert tvey stig fyri fýra dystir.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja báðar hesar Champions League dystirnar á TV3 Max, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum.