Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan eini bili í sambandi við eina ferðslukanning. Tað vísti seg, at bilførarin var drukkin. Hann er tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var stolin í Havn. Eigarin hevði latið lyklarnar ligið í bilinum, og tí bar til at stjala billin. Løgreglan fór at leita og fann bæði bilin og tann, sum hevði stolið bilin. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekkakoyring, og her hann tí skuldsettur fyri bæði rúsdrekkakoyring og brúksstuldur fyri at hava stolið bilin.
Eigarin av bilinum fær eisini eina bót fyri at hava lyklarnar ligið í bilinum, tí tað er ikki loyvt.










