Tveir ókendir faktorar

Upptakt TB/FCS/Royn - ÍF: Søguligur dystur við Stórá

Nýggja felagsliðið í Suðuroynni skrivar í dag søgu, tá liðið spælir sín fyrsta almenna dyst. Nýggjur venjari er fyrrverandi skotski landsliðsspælarin, Maurice Ross. Hann er ungur í venjaraumhvørvinum, so tað er torført at meta um hansara dygdir.

 

Somuleiðis er tað torført at spáa um styrkina hjá samanlagda liðnum í Suðuroynni. Fleiri spælarar eru vekk, meðan fleiri ókendir faktorar eru. Millum annað útlendsku spælararnir og lyklaspælarar sum Poul Ingason, Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Joensen. Allir hava verið skaddir og óstøðugur í sínum avrikum í fjør.

 

ÍF hevur eisini eitt umskiftiligt lið í løtuni. Tó eru fleiri kendir faktorar á liðnum, har allir mans eru tøkir. Spurningurin er hvussu Jákup Mikkelsen blandar kortini. Stóri trupulleikin hevur verið miðverjan, men sum skilst so verða tað Ndende Adama og Fritleif í Lambanum, sum skulu taka um endan.

 

Dómari til søguliga dystin verður Eiler Rasmussen.