Ísraelski herurin hevur framvegis ræðið yvir helvtini av Gazageiranum og palestinar, sum fara um ósjónligu mørkini og inn í økini, sum Ísrael hevur hersett, eru í vanda fyri at vera skotnir og dripnir.
Soleiðis hava tveir palestinar nú aftrat latið lív eystanfyri Gazabý, eftir at teir í gjár helst komu inn í eitt øki, sum Ísrael framvegis hevur hersett.
Sambært ísraelska herinum fóru palestinarnir um eitt mark, har teir sambært Ísrael brutu vápnahvíldaravtaluna, sum er gjørd um Gazageiran.
- Hermenninir lótu skot av fyri at beina burtur hóttanina, sigur ísraelski herurin.
Ísraelski felagsskapurin, Breaking the Silence, sum er felagsskapur fyri krígsveteranar, er atfinningarsamur um, at israelski herurin skjýtir sivilar palestinar, sum fara um sonevndu gulu linjuna í Gazageiranum.
- Fólk verða dripin fyri at fara um eina linju, sum tey ikki vita er til, sigur felagsskapurin.
Í einum uppslagi á X, fyrrverandi Twitter, sigur Breaking the Silence, at tað var sama ósjónliga linja, sum kostaði fleiri palestinum lívið, tá tey bíðaðu eftir mati.
- Øll, sum koma inn á økið, ið Ísrael greinar sum forboðið, verða "sjálvvirkandi dømd til deyða", sigur felagsskapurin fyri krígsveteranar.