Tveir vinstrabeintir fingu sekkin

Umframt Øssur Hansen er Helgi L. Petersen nýggjur á landsliðnum. Tað hevur við sær, at Sjúrður Jacobsen og Heðin á Lakjuni ikki verða í ferðalagnum til Litavia og Týskalands

LANDSLIÐIÐ

Ivaleyst fer ferðin, sum landsliðið fer undir mikudagin í komandi viku, altíð at standa sera frammarlaga í huganum á spælarunum, sum fara við. Ikki so nógv av ferðini til Litavia. Har var landsliðið fyri fýra árum síðani, og burtursæð frá málleysa javnleikinum leygardagin 10. oktober í 1998 var tann ferðin einki serstakt upplivilsi.
Heldur er tað ferðin til Týskalands, sum man tykjast spennandi. Tað verður ikki á hvørjum ári, at føroyingar fara at spæla ímóti teimum, sum bara fyri einum stórum fjórðingsári síðani vóru annar parturin í finaluni um heimsmeistaraheitið.
Tveir spælarar, sum vóru á átjan manna liðnum í 2?2 javnleikinum ímóti Skotlandi, fáa ikki boð til spennandi uttanlandsferðina. Talan er um Sjúrð Jacobsen og Heðin á Lakjuni. Teir eru báðir vinstrabeintir, og hesa ferð hevur landsliðsvenjarin gjørt av, at teir skulu vera eftir í Føroyum. Øssur Hansen hevur fingið annað plássið, og Helgi L. Petersen hevur fingið hitt plássið.
At Øssur aftur skuldi fáa landsliðsboð var greitt longu fyrrapartin mánamorgunin. Harfturímóti er tað meiri óvæntað, at Helgi L. Petersen aftur er í landsliðshitanum. Hann var millum teir mest eyðsýndu NSÍ menninar sunnudagin, tá Henrik Larsen var í Runavík og hugdi at dystinum millum NSÍ og B68. Men Helgi var ikki so eyðsýndur, sum hann var fyrr í summar.
Tá Føroyar og Liktinstein spældu, var Helgi sera eyðsýndur ta løtuna, sum hann var á vøllinum. Men tá varð hann skaddur, og nú tykist venjarin vilja veita framrættaða NSÍ miðvallaranum eitt nýtt høvi at prógva, at hann eigur at vera nátúrligur partur av landsliðnum.

Teir útvaldu
Teir, sum nú hava fingið boð frá FSF um, at landsliðsvenjarin vil hava teir við til Litavia og Týskalands eru Jákup Mikkelsen, Molde, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, TB, Hans Fróði Hansen, B68, Pól Thorsteinsson, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, HB, Jóhannis Joensen, HB, Jens Kristian Hansen, B36, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, Julian Johnsson, B36, Jákup á Borg, B36, Rógvi Jacobsen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ, Helgi L. Petersen, NSÍ, John Petersen, B36, Christian Høgni Jacobsen, Vejle og Andrew av Fløtum, HB.
Landsliðið fer úr Vágum mikudagin. Henrik Larsen, Jákup Mikkelsen og Christian Høgni Jacobsen fara umvegis Keypmannahavn og til Litavia.