Í russiskum álopum á Ukraina eru tvey fólk í nátt dripin í ukrainska økinum, Dnipropetrovsk.
Tað sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingini um hesar leiðir sambært NTB-tíðindastovuni.
- Fíggindin leyp á trý økir í regiónini næstan 30 ferðir við dronum og øðrum vápnum.
Hernaðarleiðari er Oleksandr Ganzha, og hann skrivar um russiska álopið á Telegram.
Higartil hevur Russland ikki gjørt viðmerkingar til seinastu álopini á Ukraina - dagin fyri eina stutta vápnahvíld.
Leggjast kann aftrat, at í samband við ortodoksu páskirnar um vikuskiftið, er fráboðað ein vápnahvíld á 32 tímar.
Avtalað er millum stríðandi londini, at vápnahvíldin verður leygardagin frá klokkan 16, lokala tíð í Moskva.










