Amerikanska tjóðin er enn einaferð skakað av einum skottilburði í einum skúla. Amerikanskir miðlar skriva, at tvey fólk eru deyð eftir ein skottilburði í University of California í statinum Los Angeles. Løgreglan váttar at tvey fólk eru skotin, men vilja ikki upplýsa, um tey doyðu av skotunum.
Tað var stutt eftir klokkan tíggju lokala tíð, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at skot vóru hoyrd í skúlanum, ið rúmar 43.000 næmingum. Avgjørt varð beinanvegin at steingja skúlan.
Stutt eftir klokkan 11 upplýsti ein talsmaður fyri løgregluna í Los Angeles, at tvey fólk vóru deyð, men einki varð upplýst um brotsmannin, ið myndugleikarnir enn leita eftir.
- Vit vita øgiliga lítið í løtuni. Vit fáa enn upplýsingar, og hava sent okkara servandar deildir inn í økið við hjálp frá trygdarpersónum frá UCLA, LAPD og FBI, segði ein talsmaður fyri løgregluna við CNN fyri løtu síðani og legði afturat.
- Tað sum vit vita er, at tað hevur verið ein skottilburður. Um tú enn ert í skúlanum, finn so eitt trygt stað at goyma teg til myndugleikarnir finna teg ella geva tær boðini, at tað er trygt at koma út.