Svimjing
Elspa kappaðist í tveimum finalunum í gjár.
Í 50 mera rygg gjørdist hon nummar 7 við tíðini 28,27 sekund, sum var nakað seinni enn tilmeldingartíð hennara.
Betur gekst í 200 metra frí, har Elspa svam teinin í 2.08,73, men hetta rakk akkurát ikki til heiðursmerki, tá Elspa kom á mál sum nummar fýra.
Og úrslitið hjá Pál Joensen á 400 metrum frí var júst tað sama. Pál setti annars føroyskt met, tá hann svam teinin upp á 3.44,07, men tað var ikki nóg mikið. Mellouli úr Tunis var langt fremstur í kappingini, og honum á baki komu týski Paul Biederman og danski Mads Glæsner. Hesin seinasti við tíðini 3.42,79.