Tvey hat-trick við Løkin

Klaksvíkingar megnaðu ikki at halda fast um leiðsluna í Gundadali, og í Runavík hevði NSÍ ikki stórvegis trupulleikar við at staðfesta seg sum besti trý?arin

Løgmanssteypið

Klaksvíkingar komu til Havnar eftir sigrinum leygardagin. Ikki minst tí teir undan sínari uppgerð høvdu sæð vágbingar fingið bank, og tí kundi KÍ við einum sigri gerast besti tver?arin í bólkaspælinum, og á tann hátt fáa rætt til heimavøll í fjórðingsfinaluni.

KÍ hevði møguleikan
B36 hevði hinvegin einki at spæla fyri, og við John Petersen sitandi uttanfyri vøllin var eisini undan dystinum greitt, at álopsspælið hjá árstalsfelagnum fór at verða skert.
Fyrra hálvleik tóktist tað eisini, sum ansaðu báðir partar serliga væl eftir, at teir ikki lupu framav. Tað nógva av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum, har hvørgin parturin hevði hegni ella neyvleikan at fáa veruligt tamarhald á, og sum heild var talan um ein av teimum heldur keðiligu dystunum hjá áskoðaranum.
Í seinna hálvleiki kom tó eitt sindur av lívi í. Ikki minst eftir at tað eydnaðist Atla Danielsen at leggja gestirnar framum, tá einir 20 minuttir vóru farnir av hálvleikinum. Klaksvíkingarnir vistu tó, hvussu leikur var farin í Fuglafirði, og tí høvdu teir tørv á enn einum máli, um heimavøllurin skuldi tryggjast, men tað eydnaðist teimum so ikki.
Ístaðin var tað Ronnie Samuelsen, sum við einum vøkrum máli javnaði fyri heimaliðið, soleiðis at eisini seinni dysturin millum liðini bæði endaði við javnleiki. Ein javnleiki, ið bæði sum so kunnu vera nøgd um, men hjá KÍ merkti tað so, at teir skulu royna seg á útivølli móti ÍF í fjórðingsfinaluni.

Gert og Helgi í hopla
Seinni dysturin í hesum bólkinum var tann í Runavík, har NSÍ við sigri á FS Vágum kundi vissa sær sætið í fjórðingsfinaluni.
Og hetta eydnaðist eisini við maner. NSÍ vann dystin ikki minni enn 6-2, og ikki minst mundi tað vera gleðiligt hjá liðnum at staðfesta, at bæði Gert Langgard og Helgi L. Petersen gjørdu hat-trick. Gert fekk tvey av sínum málum undan steðginum, tá NSÍ fekk trý mál, og tó at gestirnir soleiðis stóðu seg betri eftir steðgin, so var tað ongantíð nóg mikið til veruliga at hótta heimasigurin.

NSÍ - FSV 6-2 (3-0)
1-0 Gert Langaard
2-0 Gert Langaard
3-0 Helgi L. Petersen
3-1 Birgir Joensen
4-1 Helgi L. Petersen
5-1 Gert Langaard
6-1 Helgi L. Petersen
6-2 Eyðfinn Fjallsbak

B36-KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Atli Danielsen
1-1: Ronnie Samuelsen