- Tvíkiljan til Arnalax er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ.

Tvíkiljan Ági er nú á veg til Íslands

- Vit hava fyri stuttari tíð síðan veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna, hesaferð til Arnalax, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafson Olsen.

- Tvíkiljan til Arnalax er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ.

Ági, nýggja tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til Arnalax í Íslandi, varð í gjár lyft um kaikantin í Runavík og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn.

 

Haðani verður tvíkiljan silgd um Reykjanes, tvørturum Faxaflói og Breiðafjørð og til Patreksfjørð, har Ági skal í vinnu og fær heimstað. 

 

Tvíkiljan Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ. Hon er 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Av maskinútgerð er hon eitt nú útgjørd við tveimum John Deere-motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa 115 KVA generator.

 

Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman við aðrari hydrauliskari útgerð tryggjar góðar arbeiðsumstøður hjá manningini.

 

Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ, tá tað viðvíkur sølu uttanlands.

 

##med2##

 

- Vit hava fyri stuttari tíð síðan veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna, hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan, sum verður veitt til Arnalax, er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar - og eru longu - ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur Asafson Olsen.

 

Íslendska alivinnan er í stórari menning, og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión til tvær smoltstøðir í Íslandi. Tann eina verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á Norðurlandinum, og tann seinna verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á Vestfirðunum. KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi.

 

##med3##

 

- Tvíkiljan til Arnalax er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ.

Tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ, tá ræður um sølu uttanlands.

Nýbygningur nummar 62 hjá KJ er 15 metrar langur og 8,5 metrar breiður.