Í mai-juni í ár skipaði norðurlendska ráðharraráðið fyri eini kvinnuráðstevnu um javnstøðu í Føroyum. Í dag verður sett ein ráðstevna, sum eisini er um javnstøðu, um hvussu vit kunnu fáa javnstøðu inn í gerandisdagin, og næsta ár skipar Tingmannaráð Útnorðurs fyri eini kvinnuráðstevnu - fyri at bøta um tilvitanina um javnstøðu millum kynini.
Hetta ljóðar alt óført. Men hvussu er støðan í Føroyum, tá tað snýr seg um javnstøðu? Tann, ið hevur áhuga í at javnstøða skal verða millum kynini má viðganga, at støðan als ikki er góð. Borið saman við støðuna í grannalondunum, so eru vit eftirbátar við lít. Vit minnast øll orrustuna um javnstøðulógina á sinni - og varð hon tó samtykt í skerdum líki tann 15. apríl 1994.
Men hví eru vit so aftarliga á hesum øki? Eru okkara kvinnu minni at sær komnar, ella eru tað menn, ið ikki vilja hava kvinnur upp á sama støði?
Spurningarnir eru avgjørt viðkomandi, men svarini eru vit neyvan øll samd um. Í øllum førum mugu vit viðganga, at okkara hægsti myndugleiki hevur ilt við at fylgja somu lóg, sum hann sjálvur hevur samtykt fyri bara fýra árum síðani.
Bera vit saman okkara politisku skipan við hana í grannalondunum, so eru nógv fleiri kvinnur at síggja bæði í tingum og í stjórnum. Í Noreg hevur verið siður, at eins nógvar kvinnur hava verið millum ráðharrarnar sum menn, og í Stórtinginum hevur verið rættuliga góð javnvág í. Sama er í Danmark og í Svøríki.
Júst javnstøðulógin hevur tað kravið í sær, sum eitt arbeiðaraflokkurin í Noreg hevur brúkt fyri at fáa kvinnur framat - kynskvotering. Har er ásett, at býtið millum kvinnur og menn ikki má verða størri enn 40%-60%.
Kynskvotering er eitt amboð, sum verður brúkt til tess at skapa tilvitan um javnstøðu. Fleiri meta hetta sum ódemokratiskt, tí ein fólk við kvalifikatiónum verður sett til viks vegna kyn. Nakað kann sjálvandi verða um tað, men eftir stendur, at tvinga vit ikki tankan um javnstøðu ígjøgnum - verður ikki javnstøða.