Dagsins steypafinalur eru byrjaðar í dýrdarveðrinum á Tórsvølli, og tann fyrsta í morgun var finalan í U13-dreingjum, har grannarnir úr B36 og HB hittust.
B36 var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum við máli frá Hanusi Reinert, og beint eftir steðgin økti Finnur Johannesen til 2-0.
Magnus Rubek Carlsen fekk spenning í aftur dystin tá ið hann minkaði til 2-1 fyri HB, men tað komu ikki fleiri mál, og við 2-1-sigri er B36 nú steypavinnari.
Hetta var annar steypasigurin av tveimum møguligum hjá B36, sum í gjár eisini vann U18-deildina hjá kvinnum. B36 er í einari afturat. Hon verður spæld í løtuni í U15-gentum ímóti KÍ.
Kosin at vera dagsins leikari í U13-finaluni var Mattias Hellisdal hjá B36.
U13 dreingir, steypafinala:
B36-HB 2-1 (1-0)
1-0: Hanus Reinert, 8.
2-0: Finnur Johannesen, 22.
2-1: Magnus Rubek Carlsen, 34.