U15: Avbjóðandi at spæla á heilum vølli

U15 landsliðið í fótbólti fekk oyrini í íslendsku maskinuna um vikuskiftið

U15-landsliðið við dreingjum, sum hevur verið á venjingarlegu í Íslandi um vikuskiftið, tapti báðar dystirnar ímóti íslendska U15-landsliðnum. Stóra avbjóðingin hjá okkara dreingjum, var at spæla á heilum vølli. Fríggjakvøldið varð spælt í Egilshøllini í Reykjavík, og tá gjørdist úrslitið 5-1 til Ísland. Føroyska málið skoraði Kristin Jansson.

 

Sunnudagin hittust liðini aftur, og tá bleiv spælt í Akraneshøllini. Umvegis trý brotsspørk í fyrra hálvleiki, var støðan 3-0 til Ísland í steðginum, og tá dómarin floytaði av, stóð 7-0 til heimaliðið á máltalvuni. Føroyska liðið fekk eisini møguleikan úr ellivu metrum, men tá vildi bólturin ikki í málið.

 

- Spælihátturin hjá okkum var, at vit skuldu tora at spæla bóltin, eisini tá vit blíva trýstir. Í heimligu kappingini er tað ikki vanligt fyri fleiri av okkara spælarum, at koma undir so stórt trýst, og tað er tí sera mennandi fyri teir, at spæla tílikar dystir, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

 

- Hóast tvey stórtap, so spæla vit okkum eisini fram til onkrar góðar málmøguleikar, men eru tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Størsta avbjóðingin í hesum dystunum er, at vit spæla á heilum vølli, og tað eru flestu av hesum dreingjunum ikki vanir við, sigur Øssur Hansen, U15-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað ljóðar, at aldurssamanseting verður broytt til komandi kappingarár, so U15 spælarar koma at spæla heilan vøll, eins og grannalondini gera. Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin.

 

Føroyska U15-liðið, sum byrjaði á vøllinum í fyrra dystinum móti Íslandi - Mynd: Hans Karl Højgaard