U15: Hesir skulu takast við íslendingar

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi, sum verða á Svangaskarði og á Tórsvølli ávikavist 16. og 18. august, boðar Fótbóltssambandið frá

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari, og Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari, eygleiða Páll Múller úr KÍ, og Jónas Samuelsen úr B68 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi, sum verða á Svangaskarði og á Tórsvølli ávikavist 16. og 18. august, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Seinni í hesum mánaðinum skal U15-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir móti Íslandi. Tann fyrri verður á Svangaskarði á Toftum týsdagin 16. august klokkan 15:00, meðan Tórsvøllur verður karmur um seinna venjingardystin móti íslendingum, sum verður hósdagin 18. august klokkan 17:30.

 

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-dreingjunum, og sum fyrireiking til uppgávurnar móti Íslandi, verður farið á venjingarlegu í suðuroynni frá sunnudegnum til týsdagin.

 

Fyrr í ár tók U15-landsliðið lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Spælt var ímóti donskum, norskum og svenskum liðum, og nú verður tað so ímóti íslendingum. Í november skulu U15-dreingirnir aftur í eldin, tá UEFA menningarkapping verður í Albania.

 

Hópurin:

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Rasmus Emil Poulsen, B36

 

Djóni Sivertsen, B36

 

Jónas Samuelsen, B68

 

Dánial T. Mørkøre, HB

 

Dávid Reynheim, HB

 

Teitur Bogason, HB

 

Silas B. Joensen, HB

 

Rani Johannessen, HB

 

Mortan Eyðunsson, HB

 

Páll Múller, KÍ

 

Hóri Løkságarð Klakstein, KÍ

 

Rói Niclasen, KÍ

 

Tróndur Sjúrðarson, NSÍ

 

Pauli Richardson, NSÍ

 

Jeffrey Dulavík Berg, Skála

 

Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)

 

Jens Eiler Samsson, Víkingur

 

##ms##

 

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari, og Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari, eygleiða Páll Múller úr KÍ, og Jónas Samuelsen úr B68 - Mynd: Hans Erik Danielsen