U17 genturnar í hondbólti skuldu í dag spæla móti Grikkalandi í EM-undankappingini í Makedonia, men dysturin er avlýstur, tí Grikkaland er tveitt úr kappingini.
Les eisini: Ov sterkt pólsk mótstøða
Orsøkin er eitt politiskt stríð um eitt navn á troyggjunum hjá dómarunum. Grikkar skuldu spæla móti Makedonia, men noktaðu, tí tað stóð “Macedonia” á troyggjunum hjá dómarunum. Eftir 32 sekund fóru grikkar av vøllinum.
Evropesiska hondbóltssamgongan hevur síðani tveitt Grikkaland úr kappingini og givið grikska hondbóltssambandinum eina bót á beint yvir 180 túsund krónur. Grikkaland tapur sínar dystir og sostatt vinna Føroyar á Grikklandi uttan dyst.
Føroyar hava higartil tapt 32-17 fyri Póllandi og 28-22 fyri Sveis.