U19: Føroyar vunnu Women’s Trophy

Føroysku U19-kvinnurnar smurdu Georgia av í finaluni og fingu tríggjar spælarar á All Star-liðið.

Í finaluni ímóti Georgia seinnapartin hildu U19-kvinnurnar stílin og vunnu fimta dystin av fimm møguligum. Dysturin endaði 28-14 til Føroyar, sum var á odda 11-6 í hálvleikinum.

Tað var bara líka ta allarfyrstu løtuna, at ábendingar vóru um ein javnan og spennandi dyst, men skjótt fóru Føroyar framum við trimum málum og útbygdu sær leiðsluna.

Sum vant, var sigurin grundaður á framúr gott verjuspæl, umframt at tryggleikin í álopinum í dag var stórur. Ikki fóru nógvir møguleikar til spillis, og liðið var í góðari javnvág.

Havandi í huga, hvussu sannførandi U19-kvinnurnar hava vunnið allar sínar dystir í kappingini, er samlaði sigurin væl og virðiliga uppiborin. Nú alt er liðugt, standa Føroyar eftir sum klárt besta land í kappingini.

Fyri dystin í dag var Maria Halsdóttir Weyhe kosin besti føroyski spælari fyri aðru ferð í kappingini, men eisini tá sokallaða All Star-liðið skuldi mannast, sóust føroysku spælararnir aftur.

Annika Fríðheim Petersen var kosin besti málverji, Magna Tórðardóttir besti høgri vongur og Tóra Eliasen besti verjuspælari. Annika var eisini kosin besti spælari í tveimum dystum og Magna í einum.

Føroya-Georgia 28-14 (11-6)

Maria Halsdóttir Weyhe 9

Guðrið Poulsen 6

Siw Matras Larsen 5

Kristina Poulsen 4

Tóra Eliasen 3

Jórun Bech Nielsen 1