Bjørn Krogh og Jacob Thomsen, venjarar, hava nú gjørt endaliga av, hvørjar kvinnur teir vilja hava sær, tá Føroyar komandi mánaðarskiftið taka lut í EM-undankapping í Portugal. Her eru Føroyar í bólki við Noreg, Portugal og Rumenia. Farið verður úr Føroyum 24. september, og kemur føroyska ferðalagið aftur til Føroya 2. oktober.
Tær, sum manna føroyska liðið eru: Olga Fr. Olsen, Eina S. Kalsø, Olga Kristina Hansen, Vár Jenny Lydersen og Sigrid Jacobsen úr KÍ. Mariann Hansen úr EB/Streymi. Kristinbjørg Frederiksberg, Oddrún Danielsen, Fríðrún Danielsen og Bára Bertelsen úr Skála. Lisa í Liða og Lillian Dalsgaard úr HB. Rósa Magnussen úr GÍ. Mona Brekkmann, Steintóra G. Joensen og Rakul Jógvansdóttir úr AB. Jeanett Holm úr B36 og Sunneva Tausen úr VB/Royn.
Umframt teir báðar venjararnar eru Niclas Davidsen, ferðaleiðari, Durita Rouch, fysioterapeutur og Sunnuva Vesturdal, liðleiðari, eisini við á ferðini.