Nú Summarfestivalurin veruliga er við at fáa ein enda, fingu vit orðið á fimm ung, ið høvdu verið á festival. ?Hetta hevur verið heilt fantastiska gott,? sigur Eli Simonsen av Viðareiði.
?Ja, uttan iva. Eg haldi, at Guðrið Hansdóttir hevur verið besta innslagið á festivalinum. Satt at siga kendi eg einki til hana áðrenn, men hon yvirraskaði alvorliga positivt,? sigur Regin Sivertsen úr Klaksvík.
?Sum genta haldi eg sjálvandi, at Westlife var mega genialt. Teir vóru bara so sjarmerandi, og teir sungu so væl,? sigur Ása í Skemmuni úr Porkeri.
?Teir í Westlife spældu heilt ótrúliga væl. Nei, eg vil fara enn longri og siga, at teir spældu heilt fantastiska væl,? sigur John Tróndheim úr Klaksvík.
?Eg fekk ordiliga gásarhold av Westlife,? sigur John Lervig úr Leirvík flennandi ?Nú fara vit so bara at ganga runt og heilsa upp á fólk, tað sum eftir er av festivalinum.?
Spurd um hvønn bólk tey helst høvdu viljað sæð næsta ár, er Eli ikki í iva ?U2 ? ella Coldplay?. Neyvan man Eli verið einsamallur um hetta ? kanska heldur optimistiska ? ynski. Men hví ikki. Westlife vóru jú í 2010.