U21 EM: Frakland er aftur risastórur favorittur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin Frakland-Føroyar

Í kvøld klokkan 20 spæla U21-landsliðini hjá Fraklandi og Føroyum EM-undankappingardyst á Stade de Alpes leikvøllinum í Grenoble.

 

10. oktober vann Frakland 6-0 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Við til søguna hoyrir tó, at Áki D. Samuelsen brendi eitt brotsspark.

 

Føroyar eru fremst í undanbólki C við níggju stigum fyri fimm dystir. Sveis og Ísland hava átta stig hvør. Sveis fyri fýra dystir, og Ísland fyri fimm dystir. Frakland hevur sjey stig á fjórða plássinum, men teir hava bert leikt tríggjar dystir. Estland er næstaftast við tveimum stigum, og Luksemborg er aftast við einum stigi.

 

Aftur hesaferð hevur Frakland eina risastóra favorittstøðu móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á franskan heimasigur liggja millum 1,01 og 1,03.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 11,00 og 26,00.

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 13,00 og heilt upp í 61,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##