Ukraina fer ikki upp í Nato uttan hersettu økini

- Vit hava ikki fingið nakað uppskot um eina slíka loysn frá nøkrum av okkara samstarvspørtum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vísir aftur hugskotinum um, at Ukraina kann fara uppí verjusamgonguna Nato uttan økini, sum Russland hevur hersett.

 

Talan er her um hálvoynna, Krim og partar av Donbas-økinum har eysturi í Ukraina. Men, hetta kemur slett ikki upp á tal, sigur forsetin.

 

Við tíðindafólk segði hann í dag, at tað ikki er aktuelt hjá pørtum av Ukraina at fara upp í verjusamgonguna.

 

- Vit hava heldur ikki fingið nakað uppskot um eina slíka loysn frá nøkrum av okkara samstarvspørtum, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu eitt slíkt uppskot hevði sæð út.

 

Volodymyr Zelenskyj segði, at besta trygdin, sum Ukraina kundi fingið, var limaskapur í verjusamgonguni  sum eitt heilt land.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.