Ukraina hevur lopið á russiskan oljuterminal

Á Telegram skrivar ukrainski herurin, at í øllum førum tríggir goymslutangar eru raktir í álopinum

Ukrainski herurin sigur seg hava lopið á ein russiskan oljuterminal í Ust-Luga.

 

Ust-Luga liggur í Russland, heilt har uppi móti Finsku Víkini, soleiðis sum viðhefta kort vísir.

 

Á Telegram skrivar ukrainski herurin, at í øllum førum tríggir goymslutangar eru raktir í álopinum.

 

- Tað er felagið Transneft-Baltika, sum eigur tangarnar, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.