Lassi Klein til heims­meistara­kapping

Í oktober mánaði í fjør vann Lassi Havsteinsson Klein evropa­meistara­skapin í kapping í London innan Jeunes Talents Escoffier fyri lærlingar og kokkar undir 25 ár.

Heimsmeistaraskapurin verður í París 16. apríl 2026. Tá verða 11 luttakarar úr 10 ymiskum londum.

 

Lassi er 22 ára gamal og ættaður av Sandi. Hann er giftur við Margrethu av Argjum. Tey eiga tvey ára gamla sonin Eiler. Lassi er kokkalærlingur á Søllerød Kro í Danmark. Hann verður útlærdur í seinast í apríl mánaði.

 

Brian Mark Hansen er venjari hansara í kappingini. Brian hevur verið høvuðskokkur á Søllerød Kro í 12 ár og hann vann Bocuse d'Or í 2022, sum er heimsmeistara kapping í kokkalist.

 

Lassi er sera spentur og ger sítt besta.

 

Hvør er lassi:

 

https://www.instagram.com/p/DWwfmvMs902/

 

Meir um kappingina: 

 

https://disciplesescoffier.org/competition/