Ukraina: - Russar eru nú riknir úr Avdijivka

- Bardagarnir við Avdijivka hava verið bæði drúgvir og harðir, siga ukrainskar hernaðarkeldur.

 

Sambært Pavlo Kovaltsjuk, sum er eitt av talsfólkunum hjá ukrainska herinum, hava ukrainar nú rikið russisku herdeildirnar úr býnum, Avdijivka.

 

Hetta skrivar ukrainski miðilin, Ukrinform.

 

Sagt verður, at russisku herdeildirnar eru trýstar til at taka seg aftur frá sínum støðum sunnanfyri býin.

 

Avdijivka liggur í Donetsk-økinum í landsynningspartinum av Ukraina.

 

Ukrinform veit at siga, at bardagarnir í og við býin hava verið bæði drúgvir og harðir. Russar hava enn ikki gjørt viðmerkingar til afturtøkuna.

 

Í Avdijivka, sum liggur stutt norðanfyri stórbýin, Donetsk, búðu stívliga 32.000 fólk, áðrenn Russland leyp á. Nú eru ikki nógv fólk eftir í býnum.

 

Nýtt úr Russlandi í morgun er annars, at talskvinnan hjá Kreml, Marija Zakharova, fer at halda tíðindafund fyrrapartin.

 

Óvist er, hvat hon hevur at siga.