Ukrainskar herdeildir vátta, at russiski herurin er komin inn í eystara parti av Dnipropetrovsk-økinum, har hann roynir at fáa fótafesti.
Tað segði ein talsmaður fyri herin, sum eitur Viktor Trehubov, við BBC.
- Hetta er fyrsta álop í so stórum máttum í Dnipropetrovsk-økinum, sigur hann, men leggur dent á, at russiska framgongdin er tálmað.
Russland hevur gjøgnum summarið pástaðið, at tað er komið inn í økið, og at russiski herurin roynir at trýsta djúpari inn í ukrainskt øki úr Donetsk-økinum.
Fyrst í juni søgdu russisk embætisfólk, at álop var byrjað í Dnipropetrovsk.
Ukraina noktaði fyri, at tað vóru russiskar herdeildir í økinum.
Men í dag vístu tøl frá ukrainska krígskortinum DeepState, at Russland hevði hertikið tvær bygdir beint inni í økinum, Zaporizhia og Novohryhorivka.
Hetta noktar ukrainski herurin framvegis. Aðalstjórin hjá herinum í Ukraina boðaði frá, at herurin framvegis hevur tamarhald á Zaporizhia, og at bardagar eru í økinum kring bygdina Novohryhorivka.
Áðrenn kríggið búðu tríggjar milliónir fólk í Dnipropetrovska, sum var næststørsti miðdepil fyri tungídnað í Ukraina eftir Donbas-økið.
Hóast Russland hevur gjørt sein framstig við at hertaka øki og hevur havt stór tap av hermonnum, so hevur herurin seinastu tíðina gjørt framstig í Donetsk, skrivar BBC.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjaði fyrr í hesum mánaðinum í amerikanska statinum Alaska. Har tosaði hann við amerikanska forsetan, Donald Trump.
Nakrar dagar seinni luttók ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, á fundi í Hvítu Húsunum í Washington, D.C., har sjey evropeiskir leiðarar luttóku, teirra millum ríkisleiðararnir í Fraklandi, Týsklandi og Bretlandi.
Stríðið, sum byrjaði í februar 2022, var á skránni á báðum fundunum.
Mánadagin segði Trump, at hann framvegis trýr uppá eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
Zelensky hevur víst á, at hann er til reiðar at hitta Putin, men russiski forsetin er meira trekur.
- Tí honum (Putin, red.) dámar ikki hann (Zelenskij), segði Trump.
Danska stjórnin hevur víst á iva um veruligu ætlanirnar og viljan hjá Russlandi at gera eina avtalu, sum nøktandi gagnar Ukraina.
/Ritzau/