Í Russlandi vita tey í dag at siga, at ein ukrainsk drona hevur rakt eitt kølitorn á russiska kjarnorkuverkinum, Novovoronezj.
- Tað vóru eingir materiellir skaðar ella persónsskaðar, sigur almenna felagið, Rosenergoatom, sum rekur verkið.
Lagt verður aftrat, at geislingarnar í økinum eru óbroyttar.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at dronan varð steðgað, eftir at hon hevði rakt eitt av kølitornunum á kjarnorkuverkinum.
Hvussu dronan kundi vera steðgað - eftir, at hon hevði rakt verkið, sigur søgan einki um.