Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra í Svøríki

Svøríki hevur í dag formliga fingið nýggja stjórn. Ulf Kristersson verður nýggjur forsætisráðharri.

 

Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna, er nýggjur forsætisráðharri í Svøríki Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix

Svenski Ríkisdagurin hevur í dag við atkvøðugreiðslu váttað, at landið hevur fingið nýggja borgarliga stjórn við Ulf Kristerson úr Moderaterna sum forsæstisráðharra.

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Umframt Mederatarne eru eisini Kristendemokraterna og Liberalerna við í stjórnini.

Stjórnin er úrslit av ríkisdagsvalinum 11. september.

Sjálvt um Javnaðarflokkurin, sum stóð á odda fyri stjórnini, gjørdist størsti flokkur, var tað ikki nóg stór undirtøka í Ríkisdegnum til, at stjórnin hjá Magdalenu Andersson kundi halda fram.

Heldur ikki næststørsti flokkur á valinum, Svørkisdemokratarnir, eru við í stjórnini. Flokkurin er tó stuðulsflokkur hjá nýggju stjórnini.

/ritzau/

 

Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna, er nýggjur forsætisráðharri í Svøríki Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix