Um 13 dagar fara sjúkrakassarnir í søguna

Seinnapartin í dag samtykti Løgtingið lógina um tað almennu heilsutrygdina. Heilsutrygdin kemur í gildi á nýggjárinum og tað merkir, at nýggjársaftan fara teir gomlu sjúkrakassarnir í søguna Øll skulu rinda rinda sama gjald, 245 krónur um mánaðin í almennu heilsutrygdina og tað verður TAKS sum skal standa fyri innkrevjingini.

Tann 1. apríl 2010 kemur eisini ein nýggj tilskotsskipan til heilivág gildi. Tilskotið til heilivág verður roknað eftir einum nýggjum samhaldsføstum leisti, har tey, sum brúka mest pengar til heilivág fáa mest endurgoldið frá Heilsutrygd.

Tað er eisini mark fyri, hvussu nógv borgarar sjálvir skulu gjalda fyri heilivág. Ung undir 18 ár og eldri yvir 67 ár koma sambært nýggju lógini ongantíð at gjalda meira enn 1.195 krónur um árið fyri heilivág. Hjá teimum í aldrinum 18 til 67 ár er hámarkið 1.600 krónur um árið.

- Grundreglan er, at tað ikki eigur at verða ein fíggjarligur smeitur fyri tey, ið vegna sjúku hava tørv á nógvum ella kostnaðarmiklum heilivági, sigur Aksel V. Johannesen í kvøld.

Heilsutrygd skal veita stuðul til kostískoyti, merkivørur og annað.

Fleiri merktu tað meint, tá ið almenni stuðulin til hetta varð tikin burtur í summar. Men nú skal ein nevnd gera ein lista yvir merkivørur og annað, sum skul fáa tilskot frá Heilsutrygd.

- Dømi um kostískoyti og merkivørur, sum kunnu væntast at fáa stuðul eru lactulosa, kolkískoyti, ymisk krem til húðrøkt o.s.fr.

Tann 1. januar 2011 fáa allir føroyingar eisini eitt nýtt altjóða heilsutrygdarprógv og heilsutrygd verður partur av Talgildu Heilsuskipanini.

Og seinasta stigið verður tikið tann 1. januar 2012, tá ið gjaldið til Heilsutrygdina verður tikið av so at hon verður fíggjað umvegis vanliga skattin.