Meirilutin í Fólkatinginum er til reiðar at kanna møguleikan fyri føstum sambandi um Kattegat Meirilutin, Vinstri, Sosialdemokratarnir og Konservativi Fólkaflokkurin, eru sinnaðir at játta pening til at kanna møguleikan fyri at gera fast samband tvørtur um Kattegat.
Kanningin er mett at kosta einastaðni millum 50 og 100 mió. krónur.
Ein samferðslunevnd, sum stjórnin setti, mælti frá føstum sambandi tvørtur um Kattegat. Nevndin mælti heldur politikarunum til at bøta umstøðurnar hjá ferðsluni á leiðini við Lítlabelti og í Miðjyllandi.
Kortini siga framsøgumenninir hjá teimum trimum flokkunum seg vera til reiðar at mæla sínum flokkum til at játta pengar til at kanna tað fasta sambandið um Kattegat.