Umvæla fyri seks milliónir

Kommunala fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu hevur innrættað sær hølini á tveimum teimum ovastu hæddunum í bygninginum hjá BankNordik í miðbýnum í Havn. Býráðspolitikarar standa sum kánus, nú rokningin er komin upp á seks milliónir krónur

Jón Brian Hvidtfeldt

Tað gekk skjótt, tá Tórshavnar Kommuna 18. mai í ár boðaði frá, at kommunan hevði gjørt ein handil við BankNordik. Kommunan keypti bygningarnar hjá BankNordik í Niels Finsensgøtu og høvuðssætið í Húsagøtu fyri tilsamans 92 milliónir krónur.
Í fyrstu atløgu flytir tekniska umsitingin hjá kommununi inn í tvær tær ovastu hæddirnar í stóra BankNordik bygninginum í miðbýnum, meðan kommunan yvirtekur restina so við og við.
Men rokningin steðgar ikki við tær 92 milliónirnar. Sosialurin hevur fingið innlit í byggiroknskapin fyri tað umvælingararbeiði, ið fór ígongd at kalla beinanvegin eftir at Tórshavnar Kommuna yvirtók tær báðar ovastu hæddirnar í Niels Finsensgøtu 1. juli.
Sambært byggiroknskapinum, sum er seinast dagførdur 28. august, er rokningin fyri umvælingararbeiðið komin upp á seks milliónir krónur, tá meirvirðisgjaldið er íroknað.
Størsta partin eigur Articon, sum hevur gjørt umvælingararbeiði fyri góðar 3,4 milliónir krónur. Nema hevur selt skrivstovuútgerð fyri 828.000 krónur, LM Electric hevur gjørt el-arbeiði fyri 750.000 krónur, Primagólv hevur veitt nýggj gólv fyri 296.000 krónur og Bygma Balslev hevur veitt tilfar fyri 275.000 krónur. Harafturat kemur ráðgevingin. Fyritøkan Kontrast hevur ráðgivið kommunalu umsitingini í, hvussu tær báðar ovastu hæddirnar í BankNordik bygninginum skulu innrættast, og rokningin fyri tað arbeiðið er 410.000 krónur.
Tí kostar umvælingararbeiðið skattaborgarunum í høvuðsstaðnum seks seks milliónir krónur.
Tá er meirvirðisgjaldið íroknað. Uttan mvg er kostnaðurin 4,8 milliónir.

Einki útboð
Skjølini í málinum vísa, at arbeiðið skuldi ganga skjótt fyri seg. Málið var alla tíðina, at tekniska umsitingin hjá kommununi skuldi flyta inn har sum skjótast eftir summarfrítíðina.
Skjølini avdúka somuleiðis, at arbeiðið bleiv ikki bjóðað út eftir vanligum forskriftum, hóast rokningin tá avtornaði kom upp í milliónaklassan.
Hinvegin fekk arkitekturin, ið virkaði sum ráðgevi kommunurnar vegna, víðar heimildir frá tekniska stjóranum. Fyritøkan Kontrast við Mayfinn Norðoy og Kára Dal-Christiansen bað, kommunurnar vegna, einstakar fyritøkur um at gera arbeiðini. Gjøgnumgangandi var, at arbeiðið skuldi gerast beinanvegin, tá mitt í summar. Eisini gongur fram av skjølunum, at sonevnda ”industri-ferian” spøkti fyri framman, og tí var avgerandi neyðugt at bera skjótt at.
Arkitekturin gjørdi tí av at biðja Articon um at standa fyri umvælingini. Fyritøkan gav eitt tilboð uppá smáar 2,7 milliónir uttan mvg, og tað var lagt fyri borgarstjóran og tekniska stjóran, sum báðir góvu grønt ljós.
Sama gjørdi seg galdandi við el-arbeiðnum. Har varð LM Electric biðið um at gera arbeiðið.
Í samskiftinum millum ráðgevan og tekniska stjóran kemur tíðiliga til sjóndar, at arbeiðið skuldi gerast skjótt. Somikið skjótt, at handverkararnir máttu arbeiða 12 tíma dagar, eisini á ólavsøku.
Skjølini í málinum avdúka somuleiðis, at henda rokningin ongantíð er viðgjørd politiskt í Tórshavnar Býráð. Tað váttar tekniski stjórin í Tórshavnar Kommunu, Jákup Egholm Hansen, somleiðis í eini frágreiðing til Sosialin.
- Í samband við býráðsviðgerðina av keypinum boðaði borgarstjórin frá, at bert keypið skuldi fíggjast av íløgum og við sølu av øðrum bygningum. Klárgerðingin av hølunum skuldi sostatt gjaldast av rakstri, og er tí ikki eftirfylgjandi viðgjørd av býráðnum, skrivar Jákup Egholm Hansen í frágreiðing til Sosialin.


..

Fíggjarnevndarlimir vita einki

Hóast talan er um rokningar fyri seks milliónir krónur, so hava sjálvt býráðspolitikarar í fíggjarnevndini hjá kommununi onga hóming av rokningini. – Hetta skal ongantíð henda aftur, sigur Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini

Jón Brian Hvidtfeldt

Hóast fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Býráð átti at verið staðið, har fíggjarligu dispositiónirnar hjá kommununi vórðu viðgjørdar, so er tað ikki galdandi í hesum máli. Tvørturímóti siga fíggjarnevndarlimir seg einki vita um umfatandi umvælingararbeiðið á triðju og fjórðu hædd í BankNordik-bygninginum í Niels Finsensgøtu fyrr enn langt aftaná at arbeiðið var farið ígongd.
Fíggjarnevndin hevur heldur ongantíð viðgjørt, um tað nú eisini er rætt av kommununi at brúka seks milliónir krónur til at innrætta seg av nýggjum á hesum báðum ovastu hæddunum. Eftir at handverkararnir vóru farnir ígongd í summar, eftirlýsti Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, at fáa at vita, hvat gekk fyri seg. Tað gjørdi hann í samrøðu við tíðindaportalin in.fo.
Mikudagin í síðstu viku fingu hann og restina av fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráð eina kunning frá kommunalu umsitingini.
- Vit fingu í stuttum at vita, at kommunan hevði brúkt 4,8 milliónir krónur (uttan mvg, red.) til umvælingararbeiðið inni í bygninginum, sigur Tróndur Sigurdsson.
Somu kunning fekk Sjúrður Olsen, fíggjarnevndarlimur:
- Eg kann róliga siga, at man var ikki glaður fyri at fáa at vita, at hetta var gjørt uttan um fíggjarnevndina, sigur Sjúrður Olsen.
Somu áskoðan hevur Annfinn Brekkstein, ið eisini situr í fíggjarnevndini:
- Tað er alt annað enn nøktandi, at hetta arbeiðið fer í gongd uttan um politisku skipanina, sigur Annfinn Brekkstein.

Fíggingin
Sambært tí kunning, sum fíggjarnevndin fekk frá umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu, verða pengarnir til at innrætta triðju og fjórðu hædd av BankNordik bygninginum tiknir av tí játtan, sum er sett av til at viðlíkahalda bygningar hjá Tórshavnar Kommunu.
- Tað merkir alt annað líka, at onnur umvælingararbeiði, sum skuldu verið gjørd í ár, verða ikki gjørd kortini. Men vit fingu ikki at vita, hvørji arbeiði ikki verða gjørd, tá pengarnir nú eru brúktir til BankNordik bygningin, sigur Sjúrður Olsen.
- Jú, hetta eru sera nógvir pengar, staðfestir Tróndur Sigurdsson, sum hóast hann er næstformaður í fíggjarnevndini, hvørki hevur viðgjørt, samtykt ella enntá kendi upphæddina, ið skattagjaldarin í høvuðsstaðnum skal rinda fyri arbeiðið.
- Nei, kostnaðin fyri at innrætta seg av nýggjum á hesum báðum hæddunum fingu vit ikki at vita, tá býráðið viðgjørdi og samtykti at keypa bygningin, sigur Tróndur Sigurdsson.
Hóast hann var við til at samtykkja at at keypa bygningin, so er býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum fortørnaður inn á hesa eykarokning:
- Tá vit samtyktu at keypa bygningarnar, fingu vit at vita frá umsitingini, at bygningarnir vóru klárir at flyta inn í, sigur Annfinn Brekkstein.
Og Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum hevur somu fatan:
- Vit fingu greitt at vita, tá vit keyptu bankan, at hann var klárur at flyta inn í. Síðani hava vit als ikki verið inni í málinum politiskt. Tað stutta av tí langa er, at eingin veit nakað um hetta fyrr enn nú, og tað er als ikki nøktandi, sigur Sjúrður Olsen.

Eingin útbjóðing
Tað fellur teimum trimum fíggjarnevndarlimunum fyri bróstið, at arbeiðið ikki so mikið sum er bjóðað út.
Í samrøðu við in.fo í summar segði Tróndur Sigurdsson seg bara ganga út frá, at arbeiðið var bjóðað út. Í dag má hann bara staðfesta, at tað varð tað ikki.
- Eg eri ótrúliga harmur um, at arbeiðið ikki er bjóðað út. Tað er ein púra vanlig mannagongd í kommununi, at øll størri arbeiði skulu bjóðast út. So frætt av virðing mugu vit hava fyri vinnulívinum í økinum, at vit bjóða arbeiðini út, sigur Tróndur Sigurdsson ídag.
- Tað er als ikki í lagi, at arbeiðið ongantíð varð bjóðað út, sigur Sjúrður Olsen avgjørdur.
Somu áskoðan hevur Annfinn Brekkstein.

Ikki í lagi
Teir tríggir fíggjarnevndarlimirnir eru á einum máli um, at umsitingin eigur ikki at fáa loyvi til at brúka fimm milliónir krónur, umframt mvg, uttan at nakar býráðspolitikari sleppur at viðgera og taka støðu til tað.
- Hetta er nakað, ið ongantíð skal henda aftur, sigur Tróndur Sigurdsson.
Sjúrður Olsen er líka avgjørdur:
- Tað líkist snøkt sagt ongum. Eg veit ikki, hvat man ger við tað, men tað burdi fingið avleiðingar, sigur Sjúrður Olsen.
- Tað er ikki gott nokk, at umsitingin ger sovorðið uttan um politisku skipanina, sigur Annfinn Brekkstein, sum enn ikki hevur tikið støðu til, hvat hann ger víðari við málið.
- Men eg havi ikki slept málinum. Hetta er ikki nøktandi, og hetta kann ikki fara aftur við borðinum, sigur Annfinn Brekkstein avgjørdur.
Vit skulu gera lesaran varugan við, at stundir vóru ikki at fáa eina viðmerking frá Jógvani Arge, fíggjarnevndarlimi, áðrenn blaðið fór til prentingar.

..


Einki at koma eftir

Heðin Mortensen verjir avgerðina at brúka seks milliónir til at innrætta seg av nýggjum á ovastu hæddunum í BankNordik bygninginum. – Hetta er ein umsitingarlig avgerð, sigur borgarstjórin

Jón Brian Hvidtfeldt

Borgarstjórin í Havn er eftir øllum at døma einasti politikarin í býnum, sum kendi til rokningarnar í samband við at tvær tær ovastu hæddirnar í BankNordik bygninginum í miðbýnum skuldu innrættast av nýggjum til teknisku umsitingina hjá kommununi.
Sum borgarstjóri hevur Heðin Mortensen eisini evstu ábyrgd av kommunalu fyrisitingini, har avgerðin um at brúka seks milliónir krónur at innrætta seg fyri er tikin.
- Hetta er ein reint umsitingarlig avgerð. Og tí er eingin orsøk til at blanda fíggjarnevndina uppí, sigur Heðin Mortensen.
Hóast fleiri fíggjarnevndarlimir halda tað vera at fara út um alt mark at brúka so nógvar pengar uttan at spyrja politisku skipanina eftir, so verjir borgarstjórin avgerðina.
- Líka so skjótt kommunan keypir ein bygning, so fer hann undir ræði hjá húsaumsitingini. Og har er also ein játtan til viðlíkahald av bygningum hjá kommununi, sum býráðspolitikarar samtykkja á fíggjarætlanini fyri hvørt einasta ár, sigur Heðin Mortensen.
Men í hesum føri var talan um ein bygning, ið var keyptur so seint sum 18. mai í ár. Og fíggjarætlanin varð jú samtykt fyri jól í fjør?
- Tað er líka mikið. Hetta kemur undir vanligt viðlíkahald, og tað er eitt umsitingarligt mál.
Eisini hóast talan er um 4,9 milliónir, umframt meirvirðisgjald?
- Hetta er ein gamal bygningur. Og politikarar vita væl av, at her skuldu ávísar umvælingar gerast. Eg havi fortalt teimum, at tað kostar at flyta teknisku umsitingina inn har.
Sum borgarstjóri ert tú føddur formaður í fíggjarnevndini. Hví er málið ikki viðgjørt har?
- Tað er eingin orsøk til tað. Talan er um eitt umsitingarligt mál, argumenterar Heðin Mortensen.
Borgarstjórin tvíheldur um, at her er talan er um rakstur. Og tí er tað umsitingin, sum sjálv kann finna útav, hvussu pengarnir av játtanini til at viðlíkahalda kommunalar bygningar skulu brúkast.

Ongin útbjóðing
Heðin Mortensen verjir somuleiðis avgerðina um at lata vera við at bjóða arbeiðið út.
- Í hesum føri skuldu vit skunda okkum, soleiðis at tekniska umsitingin kundi flyta inn sum skjótast. Harumframt vóru vit mitt í summartíðini, argumenterar Heðin Mortensen.
Men hevur kommunan ikki skyldu at bjóða út, ikki minst tá talan er um somikið umfatandi arbeiði?
- Nei, her er talan um eitt serstakt mál, umframt at serligar umstøður gera seg galdandi, sigur Heðin Mortensen, uttan at útgreina definitiónina nærri.
Borgarstjórin argumenterar tó við, at málið hevur skund, tí aðrir bygningar hjá kommununi kundu ikki setast á sølulista, áðrenn tekniska umsitingin varð flutt inn í ovastu hæddirnar í BankNordik bygninginum.
- Sæð í hesum ljósinum, heldur tú so at tað hevði verið bíligari, um vit fóru ígjøgnum eina útbjóðing, sum hevði tikið tíð og kostað pengar, spyr Heðin Mortensen.
Higartil hevur innrættingin í Niels Finsensgøtu kostað skattgjaldarunum í høvuðsstaðnum seks milliónir krónur, tá meirvirðisgjaldið er íroknað. Borgarstjórin dugir ikki at siga, um hetta verður endaliga rokningin.
- Nei, eg veit ikki endaliga talið. Men tað verður væl har á leið, sigur Heðin Mortensen.
Tórshavnar Kommuna hevur í løtuni onga meting av, hvussu nógv tað fer at kosta at innrætta tær tríggjar niðastu hæddirnar í BankNordik bygninginum í Niels Finsensgøtu, tá kommunan yvirtekur tær seinni.


FAKTA
Søla av øðrum bygningum hjá kommununi skal vera við til at fíggja keypið av teimum báðum bygningunum hjá BankNordik í Havn, ið tilsamans kosta kommununi 92 milliónir krónur. Fríggjadagin setti Tórshavnar Kommuna fýra bygningar á sølulistan. Talan er um hesar fýra bygningar:


Fríðriks Petersens gøta 9 - prísuppskot 5,5 milliónir

á Frælsinum 30 - prísuppskot 3 milliónir

Kongagøta 7 - prísuppskot 2,5 milliónir

Læknahúsini – enn eingin prísur settur á