Leirvík:Tað ganga nakrir hvítir menn á takinum á Leirvíkar Skúla. Á skúlaplássinum liggur byggitilfar í rúgvum. Tað er skilligt, at her fer stórarbeiði fram.
Teir eru í ferð við at taka gamla takið av skúlanum og leggja nýtt á aftur. Menninir eru klæddir eftir forskriftunum, sum Arbeiðseftirlitið krevur. Í hvítum búnum og við duskskortum fyri nøs og munn. Tí gamla takið er asbesttak, og tað er vandamikið at arbeiða við.
Í skúlagarðinum hitta vit Ólav Sjúrðarberg, skúlatjóra í Leirvík. Hann sigur, at skúlin skal hava eina rættiliga umfatandi umvæling. Hann væntar, at arbeiði fer at taka eini tvey-trý ár.
Takið var vorðið rættiliga vánaligt og mátti tí skiftast út. Valt er so at gera tað fyrst, áðrenn farið verður inn í skúlan at arbeiða. Talan er, sum sagt um asbest tak, og tað skal beinast burtur. Her ber ikki til bara at leggja nýtt omaná, sum ofta verður gjørt. Nýggja takið er av aluminium, sigur skúlastjórin.
Leirvíkar skúli er gamal. Hann er bygdur í trimum stigum. Elsti parturin, sum er tvær skúlastovur, er frá einaferð í tjúgunum, sigur Ólavur Sjúrðarberg, skúlastjóri. Síðan varð bygt upp í aftur í sekstiárunum, og tann nýggjasti parturin er frá umleið 1980.
Sum skúlastjórin sigur, varð ikki hugsað so nógv um bjálving, tá skúlin varð bygdur. Var ov kalt inni, var bara at skrúvað meira frá hitanum. Oljan var bílig, og so hugsaði eingin meira um tað. Í dag er øðrvísi. Nú verður hugsað hinvegin. Bjálvað fyri at spara olju.
Tá takið er skift, skal arbeiðast inni í skúlanum. Veggirnir eru av betong, og teir skulu bjálvast, og annars skal skúlin pussast upp, sigur skúlastjórin.
Hvussu nógv umvælingin fer at kosta, ber illa til at siga heilt neyvt enn. Men skúlastjórin væntar ikki, at tað verður niðan fyri milliónina. Bara takið man fara at tátta í ta hálvu, metir hann.
Tað eru leirvíkingar, sum gera arbeiðið.