Arbeiði at umvæla Skansan er farið í gongd. Tjóðsavnið hevur fingið pening játtaðan til arbeiði, og gjørt avtalu vit arbeiðstakara.
Støðan er kritisk á nøkrum støðum, men sum heild eru umvælingar neyðugar allastaðni.
Í næstum kemur ein serfrøðingur í fugu úr Danmark, at gera eina fugublanding. Sjálvt arbeiði at taka múrverkið niður, og byggja tað uppaftur byrjar í august.
##med2##
Hetta er eitt stórt arbeiði sum skal gerast. Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum sigur, at talan er vanligt viðlíkahald. Tíðarinnar tonn hevur sett síni spor á Skansan, og nú er tíðin nú komin til at gera neyðugu umvælingarnar.
- Ætlanin er at koma allanvegin runt, soleiðis at Skansin er í góðum standi tey komandi 200 árini, sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum.
Byrja verður har sum støðan er mest kritisk. Í eina tíð hevur ein partur av Skansanum í Havn verið stongdur. Hetta er av trygdarávum, tí múrverkið á Skansanum er í so ringum standi, at ein lítil vandi er fyri at tað kann rapa, tí er stongd av har sum múrurin er hægstur.
Skansin hevur altíð verið umvældur soleiðis, at múrurin verður tikin niður, og settur uppaftur,
- Hesaferð gera vit tað uppá ein máta, sum vit halda fer at halda longri.
##med3##
##med4##













