Undan HM: Belgia er í góðum HM-formi

Belgia hevur verið sannførandi í báðum venjingardystunum undan HM

Mynd: Ritzau Scanpix

Belgia, ið er í innleiðandi HM-bólki G saman við Egyptalandi, Iran og Ný Sælandi er í góðum formi undan HM-endaspælinum.

 

Týsdagin vann Belgia sannførandi 2-0 á Kroatia í Zagreb, og í dag vunnu teir stórsigur á einum øðrum HM-liði.

 

Á Kong Baudouin leikvøllinum í Bruxelles vann Belgia heili 5-0 á Tunesia. Fýra av málunum vóru skotin í seinna hálvleiki.

 

Mánakvøldið 15. juni klokkan 20 spælir Belgia innleiðandi HM-dystin móti Egyptalandi á Lumen Field leikvøllinum í Seattle í deilríkinum, Washington. 

 

Belgia-Tunesia 5-0 (1-0)

1-0 Leandro Trossard ('28 )

2-0 Charles De Ketelaere ('53 )

3-0 Kevin De Bruyne ('65 )

4-0 Dodi Lukebakio ('85 )

5-0 Nicolas Raskin ('87 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix