Undirmeta ikki Føroyar

Morten Olsen tykist ikki á nakran hátt at rokna við eini lættari uppgávu á Tórsvølli í kvøld

- Vit ætla okkum ikki á nakran hátt at undirmeta føroyska liðið. Hetta vóru fyrstu orðini hjá danska landsliðsvenjaranum, Morten Olsen, tá danir um middagsleitið í gjár hildu tíðindafund.


Stór menning

Hann vísti á, at Føroyar seinnu árini hava fingið fleiri góð úrslit, og at tað serliga er á heimavølli, at hesi eru fingin til høldar: - Millum annað fingu tit ein flottan javnleik móti skotum, eins og tit vóru sera nær eini sensatión móti kekkum, segði danski venjarin fryntliga.

Annars helt hann, at talan her var um eitt mótstøðulið, sum hevur verið í stórari menning, og hann gav eisini fyrrverandi landsliðsfelaganum, Allan Simonsen, stóran part av æruni fyri. Hann helt, at landsmaðurin hevði givið føroyska landsliðnum sera nógv, bæði sum venjari og ígongdsetari.

Harumframt legði hann afturat, at tað at nógvir føroyskir leikarar nú royna seg uttanlands, eisini er av alstórum týdningi fyri menningina av fótbóltinum her á landi.


Mugu vera uppsettir

At donsku leikararnir skulu taka dystin í álvara, var venjarin sostatt als ikki í iva um:

- Vit eru noyddir at taka dystin í stórum álvara, tí eingin ivi er um, at føroyingar leggja nógv fyri. Roknað verður við hollum stuðli frá einum fullsettum stadion, og hetta er ivaleyst eisini eggjandi hjá føroysku leikarunum.


Álopskent

Spurdur um donsku spæliætlanina, segði Morten Olsen, hon allarhelst verður nóg so framrættað.

Hann roknaði við, at talan fór at vera um fimm álopskendar leikarar, men hann segði tó einki um, hvussu býti av hesum verður millum miðvøll og álop.

Eisini vísti hann á, at um umstøður eru til tess, er ætlanin at royna so nógvar leikarar sum gjørligt, og tað tí kann gerast talan um nógvar útskiftingar.

Hann tordi ikki at lova nakað hesum viðvíkjandi, tí hann metti úrslitið av dystinnum at koma í fremstu røð.

Sostatt er bert at vóna, at talan í kvøld verður um fáar útskiftingar frá danska beinkinum.