Ung genta fann eitt petti av Føroyum

Steinurin stavar frá gosfjallinum, sum Føroyar blivu gjørdar av. Danskur jarðfrøðingur hevur ikki sæð líknandi í sínum 20 árum sum jarfrøðingur

Ein ung genta kom í síðstu viku fram á ein heilt serligan stein, tá ein skúlaflokkur frá Skive viitjaði á donsku oynni Fur. Talan er eftir øllum at døma um eitt petti av gosfjallinum, sum gjørdi Føroyar.

Hetta skrivar Skivefolkeblad, sum hevur fingið prát við ein jarðfrøðing, sum arbeiðir á savninum á oynni.

– Hetta er nakað heilt annað enn nakað, sum eg nakrantíð havi sæð í mínum 20 árum sum jarðfrøðingur á Fur, sigur jarðfrøðingurin Bo Pagh Schultz frá Fur Museum.

Tað var 18 ára gamla Nada Chreidi úr Syrien, sum fann steinin, aftaná hon og hinir næmingarnir vóru sendir at leita eftir fornleivdum í sambandi við skúlaútferðina. Hon tók steinin við til Bo Pagh Schultz, fyri at hoyra, hvat hetta var fyri nakað, tí har var ein stórur myrkur blettur í miðjuni.

– Tað var ein løgin rustblettur í steininum, men eg sá beinanvegin spesiella strukturin, sigur Bo Pagh Schultz við Skivefolkeblad, sum ikki ivast í, hvar steinurin kemur frá.

– Hetta stavar frá gosfjallinum, sum gjørdi Føroyar. Eitt petti av gosfjallinum fór til havs, og so hevur tað ferðast 1200 kilometrar og niður til okkara fyri 55 milliónum árum síðani, greiðir hann frá. 

Ætlanin er sambært Skivefolkeblad at kanna málið nærri, og umhugsað verður at gera meira gransking um hetta við eitt nú at bora á Fur.