Ung skulu ikki koyra bil um náttina

– Ung fólk undir 25 ár eiga ikki at koyra bil um náttina.

– Ung fólk undir 25 ár eiga ikki at koyra bil um náttina. Tað heldur Preben Hansen á Argjum.

 

Tann 4. juli mintust vit tey deyðu í ferðsluni við blómum á støðum, har tey so meingsleyst eru deyð. Blómurnar eru ein positiv heilsan og gagna okkum, skrivar Preben Hansen á Facebook.

 

Tað var tann 11. januar í ár, at ein 17 ára gomul genta doyði í eini ferðsluvanlukku, tá ein bilur fór út av vegnum á Traðargøtu og fór tvørtur ígjøgnum garðin hjá Preben Hansen, har hann breyt fyri sær bæði garð og bil fyri síðani at enda í túninum hjá grannanum hinu megin Støðlagøtu.

 

Les eisini: Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús

 

Preben Hansen hevur lagt nakrar vraklutir av bilinum saman við blómum á staðið, har vanlukkan hendi.

 

– Onkur heldur kanska, at hetta er óhugnaligt, men hetta er bara tann nakni veruleikin, skrivar Preben Hansen á Facebook.

 

– Eg loyvi mær at spyrja og mæla okkara politikarum til at hava mót til at broyta ferðslulógina so tað til dømis ikki verður loyvt ungum undir 25 ár at koyra bil millum midnátt og klokkan sjey um morgunin, sigur Preben Hansen, sum vísir á, at hetta er gjøgumført í fleiri londum við góðum úrsliti.

 

Sig tína meining. Skulu vit nokta ungum at koyra bil um náttina?